Tey syngja Tey syngja
Vælkomin á heimasíðu skúlasangbóksins

Endamálið við hesi heimasíðu er at savna lærarar og sangáhugað fólk um ætlan okkara at gera eitt føroyskt skúlasangsavn, - bæði til fólka- og miðnámsskúla. Savnið skal byggja á verandi føroysku sangmentanina, men skal eisini víðkast við nýggjum sangum.

Sangbókaverkætlanina hevur áhugafelagið Føroya Sanglærarafelag tikið stig til. Føroya Sanglærarafelag varð stovnað í 1965 og er undirfelag hjá Føroya Lærarafelag.

Hugskotið við verkætlanini kemur úr Danmark og Noregi. Danska verkætlanin Dansk Sang (sí: http://www.dansksang.dk) hevur hepnast so væl, at norska sanglærarafelagið hevur sett eina líknandi ætlan í verk, Sang i Norge (sí: http://www.sanginorge.no).

Verkætlanin skal í fyrsta umfari enda við eini sangbók við uml. 400 føroyskum sangum og eini tilhoyrandi nótabók við løgum, talsetingum og teksti. Tað er okkara mál, at bøkurnar skulu koma út við skúlaársbyrjan august 2012.

Føroyskar skúlasangbøkur

Farið verður nú undir nýggjan teig á heimasíðuni, nevndur Føroyskar skúlasangbøkur.

Fyrsta umrøða:
Sangbók Føroya Skúla. H. N. Jacobsens Bókhandil 1906 – 07.
Jógvan Waagstein (1879-1949) legði til rættis.
Les meir...
Hvussu kanst tú vera við í verkætlanini?

Vit taka ikki longur ímóti sanguppskotum, soleiðis sum vit hava gjørt tað her á heimasíðuni, men hevur onkur okkurt upp á hjartað verkætlanini viðvíkjandi, eru tey vælkomin at skriva til okkara á skulasangbokin@skulin.fo

Tú kanst koma við tíni viðmerkingVit vilja fegin hoyra tykkara hugsan um sangin í skúlanum, verkætlanina og um tykkara hugskot evninum viðvíkjandi. Send teldupost til skulasangbokin@skulin.fo
Valid CSS Powered by ProFO-CMS Valid XHTML 1.0